fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Ert tú royndi KT-mennarin, vit leita eftir? Hevur tú áræðið og førleikarnar at ganga á odda fyri nýmenning av KT-skipanum? Og vilt tú arbeiða í umhvørvi, sum leggur stóran dent á fakliga menning, samanhald og sparring? So hava vit starvið til tín.

 

Hví arbeiða hjá okkum?

Sum leiðandi KT-mennari verður tú partur av deildini Menning, sum hevur um hendi forritan og viðlíkahald av øllum innanhýsismentum skipanum, sambindingum til og ímillum rakstrarskipanir. Deildin hevur eisini lyklaleiklut í menning av produktum og tænastum eins og at veita support til kundavendu deildirnar.

Á Menning brúka vit open-source pallar, sum t.d. .NET til nýmenning, og vit fylgja DevOps-mannagongdum fyri at tryggja smidligar og góðskutryggjaðar menningartilgongdir. Uppgávurnar, sum deildin mennir, og verkætlanirnar, sum deildin luttekur í, vera gjørdar á nýmótans Kubernetes-infrakervi.

Á deildini leggja vit stóran dent á fakliga menning, samanhald og sparring. Deildin er skipað á agilan hátt við Scrum, sum tryggjar eitt samsvarandi og effektivt arbeiðslag.

 

Hvat verður tín leiklutur?

Sum KT-mennari verður tín leiklutur at tvinna saman fakligu førleikarnar við tín áhuga at seta teg inn í nýggja tøkni. Tú skalt taka ábyrgd, luttaka í verkætlanararbeiði og samstarva breitt til tess at finna røttu loysnirnar, sum skulu tryggja, at skipanir verða mentar á nýmótans, tøkniligum støði.

Tú skalt hava góðar førleikar í forritan og system design. Tú skalt megna at halda høvdið kalt, hóast nógv hendir samstundis, og tú skalt megna at samstarva og samskifta tvørtur um deildir og faklig mørk.


Vit hugsa, tú hevur lokið KT-útbúgving á kandidat- ella bachelorstøði og hevur ítøkiligar royndir og avrik at vísa á.

 

Hvussu søkir tú starvið?

Tú søkir starvið her. Umsókn, lívsrensl og avrit av øðrum viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 8. desember 2024. Setanarviðurskifti og løn vera ásett við støði í viðkomandi sáttmála.

Arbeiðsstaður er í høvuðssætinum í Hoyvík og møguleiki er fyri at skipa arbeiðstíðina fleksibult. Arbeiðið krevur, at tú trívist, har tað til tíðir kann vera nógv at gera.

 

Vilt tú vita meira?

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Hall Holm Johannessen, deildarleiðara, á 243088 og hhjo@ft.fo, um tú vilt vita meira um starvið. Tú kanst eisini venda tær til Starvsfólkadeildina á 243009  ella sfd@ft.fo.

 

Lagt út tann
22. nov. 2024
Starv
KT-mennari
Starvsheiti
KT-mennari við royndum til Føroya Tele
Virki
Føroya Tele
Deild
Menning
Umsóknarfreist
08. des. 2024
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor