KT-stjóri til Føroya Tele
Føroya Tele leitar eftir einum strategiskt sterkum KT-stjóra at leiða og menna KT-økið hjá samtakinum. Kunningartøkni er hornasteinur undir kjarnuvirkseminum hjá Føroya Tele. Í starvinum fært tú ábyrgdina av strategisku ætlanunum á KT-økinum og fert at standa á odda fyri stórum KT-verkætlanum.
Um starvið
Sum KT-stjóri fært tú ein serligan møguleika at mynda kósina fyri KT og talgilda menning í eini fyritøku, ið hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið.
Ein týðandi leiklutur verður at nýhugsa og dagføra kjarnuskipanir til framtíðartørvin, og sum KT-stjóri fert tú at standa fyri menningini av nýskapandi loysnum, ið knýta starvsfólk, kundar, teleskipanir, fíggjarskipanir og stýringarskipanir saman.
Tú verður partur av leiðslutoyminum hjá Føroya Tele og vísir beinleiðis til samtaksstjóran. Starvið inniber tætt samstarv við aðrar deildir og dótturfeløg í samtakinum.
Ábyrgdarøki
Sum KT-stjóri stendur tú á odda fyri KT-deildini, ið er eitt toymi við 16 stinnum KT-arkitektum, KT-mennarum og skipanarumsitarum. Deildin mennir og umsitur skipanir, ið stuðla undir virksemið í øllum Føroya Tele-samtakinum.
Tú fært m.a. ábyrgd av:
· at leggja strategi og útinna strategisku ætlanirnar á KT-økinum fyri alt samtakið
· yvirskipaðu leiðsluni av stórum KT-verkætlanum, eitt nú umlegging og skifti av kjarnuskipanum
· at KT-økið sum heild er væl rikið og livir upp til galdandi krøv til rakstrardygd og trygd
· at tryggja gott samstarv og úrslit tvørtur um deildir og dótturfeløg í samtakinum
· at raðfesta trivnað, samstarv og fakliga menning hjá starvsfólkum á økinum
Førleikar
KT-stjórin hevur evstu ábyrgd av at tryggja menning og rakstur av KT-økinum í samtakinum. Vit vænta tí, at tú hevur viðkomandi útbúgving og starvsroyndir innan KT, umframt royndir at leiða deildir ella størri verkætlanir. Eisini hevur tað týdning, at tú hevur:
· sterka strategiska fatan og førleikar at raðfesta og arbeiða í eini fjøltáttaðari fyritøku
· holla vitan um tøkni, produkt og veitarar
· sterkar analytiskar eginleikar og góða praktiska fatan av tørvi hjá brúkarum og fyritøku
· eina tilgongd til uppgávur og avbjóðingar, sum leggur dent á nýhugsan og úrslit
· opið sinn og ert ágrýtin
Setanarviðurskifti
Arbeiðsstaður er í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík, og løn verður ásett eftir avtalu.
Ljóðar hetta sum starv fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum í seinasta lagi sunnudagin 12. januar 2025. Starvið verður sett eftir nærri avtalu.
Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristian R. Davidsen, samtaksstjóra, á krd@ft.fo. Tú kanst eisini seta teg í samband við Báru M. Gásadal, starvsfólkastjóra, á bmg@ft.fo ella tel. 24 30 06. Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.
Um Føroya Tele-samtakið
Føroya Tele er ein tøkniliga framkomin fyritøka, ið veitir samskiftistænastur. Aðalmálið er at veita álítandi og trygt fjarskifti til øll. Umframt móðurfelagið fevnir samtakið um dótturfeløgini FT Samskifti, NET, Shefa og Televarpið. Fleiri enn 200 fólk starvast í samtakinum, og fjølbroyttir førleikar eyðmerkja starvshópin.