Samskiftisfólk til Føroya Tele
Brennir tú fyri greiðum og dygdargóðum samskifti? Dúgir tú at gera truplar boðskapir einfaldar? So er tað kanska tær vit leita eftir.
Okkum tørvar eitt samskiftisfólk, sum dugir væl at orða seg, hevur skil fyri strategiskum og dagligum samskifti – og sum kann framleiða tilfar, ið tryggjar greiðar boðskapir til bæði kundar, starvsfólk og samfelagið annars.
Arbeiðsøki og uppgávur:
Høvuðsuppgávan verður at tryggja, at Føroya Tele samskiftir greitt, viðkomandi og álítandi – og altíð professionelt og í tráð við okkara strategi og virði. Uppgávurnar verða millum annað at:
gera eina samskiftisætlan - bæði til innan- og uttanhýsis brúk
sparra við og ráðgeva leiðslu og deildum um, hvussu vit best orða og miðla boðskapir
viðgera og avgreiða miðlafyrispurningar
skriva og samskipa tíðindaskriv, leiðslufrágreiðingar og burðardygdarfrágreiðingar
góðskutryggja tekstir til eitt nú heimasíðu, lýsingar og starvslýsingar
gera framløgur til leiðslu og samstarvspartar
styrkja samskiftið millum starvsfólkið, so vit tryggja felags mál og virðir
tryggja góða kunning til starvsfólkið.
Tínir førleikar og eginleikar:
Í Føroya Tele vita vit, at samskifti hevur ovurstóran týdning. Vit leita tí eftir tær, sum:
Hevur útbúgving og royndir innan samskifti, journalistikk ella líknandi
Skrivar rætt, greitt og livandi á føroyskum - og er stinn/ur í enskum
Dugir at samskifta tað trupla einfalt
Hevur góðar førleikar í PowerPoint og øðrum samskiftisamboðum
Trívist við at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini við at samstarva tvørtur um deildir
Trívist við at loysa fjølbroyttar uppgávur
Trívist við at arbeiða skjótt og miðvíst, tá ið nógv er at gera
Vit bjoða tær:
Møguleika at mynda og menna virkissamskiftið hjá Føroya Tele
Møguleika at arbeiða bæði ráðgevandi, skapandi og kreativt
Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum samtaki við týðandi leikluti í føroyska samfelagnum
Eitt arbeiðspláss við denti á gott arbeiðsumhvørvi
Starvsfelagar, sum eru álítandi, dugnaligir og brenna fyri sínum arbeiði
Arbeiðsstaður og løn
Arbeiðsstaður er í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Setanarviðurskifti og løn verða ásett við støði í viðkomandi sáttmála ella royndum.
Samband
Ljóðar hetta sum starv fyri teg, gleða vit okkum at fáa tína umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum í seinasta lagi sunnudagin 9. mars 2025.
Starvið verður sett 1. mai 2025 ella eftir nærri avtalu. Vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Evu Skeel Nolsø, menningarstjóra á 243007 ella esn@ft.fo. Tú kanst eisini seta teg í samband við Báru M. Gásadal, starvsfólkastjóra, á bmg@ft.fo ella tel. 24 30 06.
Stutt um Føroya Tele-samtakið
Føroya Tele er ein framkomin teknisk fyritøka, ið veitir samskiftistænastur. Talan er um samtak, ið umframt móðurfelagið, fevnir um dótturfeløgini FT Samskifti, NET, Shefa og Televarpið. Omanfyri 200 fólk starvast í samtakinum og fjølbroyttir førleikar eyðmerkja starvshópin.