Ert tú okkara nýggi søluvendi kundaráðgevi?
Brennur tú fyri sølu og kundarøkt? Føroya Tele hevur eitt sterkt og nærlagt toymi í Kundatænastuni, ið leitar eftir einum nýggjum kundaráðgeva. Hevur tú serligt eyga fyri sølu og brennur fyri at veita framúr góða tænastu til kundar okkara – so er hetta starvið júst til tín!
Arbeiðsuppgávur
Gerandisdagurin í Kundatænastuni er myndaður av fjølbroyttum uppgávum, ið allar hava tað til felags, at tær seta kundan í miðdepilin. Vit bjóða tær fakliga og persónliga menning í eini spennandi fyritøku. Ongin dagur er eins, og tú sleppur at arbeiða við nógvum ymiskum kundum og loysnum. Uppgávurnar fevna millum annað um sølu, ráðgeving og kundarøkt. Í gerandisdegnum kemur tú at:
· Menna og fremja sølu á deildini
· Ráðgeva og vegleiða kundar, so teir fáa ta bestu loysnina
· Fylgja upp og tryggja, at kundin fær eina dygdargóða tænastu
· Samskifta og samstarva við aðrar deildir fyri at tryggja eina góða kundauppliving
Vit leita eftir tær, sum
· Ert framsøkin og hevur natúrligt tev fyri sølu
· Brennur fyri at skapa dygdargóðar kundaupplivingar
· Ert skipað/ur og dugir væl at fylgja upp
· Virðismetir gott samstarv og greitt samskifti – bæði við kundar, starvsfelagar og samstarvsfelagar
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi starvsroyndir innan sølu og kundaráðgeving.
Starvsviðurskifti og umsókn
Arbeiðstaðurin er í Kundatænastuni í Klingruni, høvuðssæti okkara í Hoyvík. Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna. Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið galdandi fyri Føroya Tele.
Umsókn, lívsrensl og avrit av øðrum viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 6. apríl 2025.
Vilt tú hoyra meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Onnu Katrinu Oladóttur Arge, deildarleiðara á Privatkundaøkinum, á aka@ft.fo ella á tel. 243319. Tú kanst eisini venda tær til Sonny Joensen, HR-ráðgeva, á asj@ft.fo ella tel. 24 30 09.