Handilslærlingur í Tórshavn
Droymir tú um eitt lærupláss innan handil?
Vit sóknast eftir einum forvitnum, ágrýtnum og tænastusinnaðum lærlingi at koma í læru í telebúðunum hjá okkum í Tórshavn og Hoyvík.
Um læruplássið
Sum handilslærlingur hjá okkum fært tú eina fjølbroytta og mennandi læru, har tú bæði mennir teg fakliga og persónliga. Tú kemur at arbeiða í einum framskygdum og fjølbroyttum umhvørvi, har kundin altíð er í miðdeplinum.
Í dagliga arbeiðinum kemur tú m.a. at:
ráðgeva og veita tænastu til kundar
selja nýggjastu tøknina á marknaðinum
seta upp og vegleiða um loysnir fyri kundar
Í lærutíðini verður skift millum vanliga arbeiðsdagin og skúlagongd á Glasi.
Vit ímynda okkum, at tú:
dugir væl at samskifta við bæði kundar og starvsfelagar
ert tænastusinnað/ur og brennur fyri góðari kundaráðgeving
dámar væl at arbeiða við málum
ert forvitin eftir nýggjari tøkni og hevur áhuga í at læra
vilt menna teg innan sølu og tænastuveiting
leggur dent á samstarv og trivnað
hevur lokið ella ert við at verða liðug/ur við eina miðnámsútbúgving, t.d. búskaparbreyt, FHS, hugbreyt, náttúrubreyt ella fyrireikingarbreyt v.f.
Longd á lærutíðini
Lærutíðin veldst um útbúgvingina, ið tú hevur lokið. Ein fyrimunur er, um tú hevur lisið búskaparbreyt, ella hevur HH-prógv.
Lærutíðin:
2 ár við búskaparbreyt ella HH-prógvi
2½ ár við øðrum miðnámi
3 ár við FHS-prógvi
Vit bjóða tær
Eitt lærupláss, har tú verður partur av einum toymi, har samstarv, nærlagni og persónligur vøkstur eru í hásæti. Tú fært møguleika at menna tínar fakligu førleikar, arbeiða við spennandi uppgávum og vera ein virkin partur av einum umhvørvi, har vit stuðla hvørjum øðrum og koma hvørjum øðrum við.
Setanartreytir og freist
Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið fyri Føroya Tele. Vit viðgera umsóknir og kalla inn til samrøður so hvørt. Læruplássið verður sett eftir nærri avtalu, og freistin at søkja er sunnudagin 17. august 2025.
Samband
Vilt tú vita meira um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:
Charlottu Mikkelsen, bólkaleiðara, á 243474 ella cmi@ft.fo
Sonny Joensen, HR-ráðgeva, á 243009 ella sfd@ft.fo
Vit gleða okkum at frætta frá tær.