fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Vinnuráðgevi til Føroya Tele

Hevur tú eyga fyri sølu, tøkni og kundatørvi? Trívist tú við at skapa loysnir, sum gera mun fyri kundan og leggja lunnar undir eitt gott og varandi samstarv? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

 

Vit sóknast eftir einum vinnuráðgeva til terminal- og gjaldsloysnir, sum brennir fyri góðari ráðgeving og setur kundan í miðdepilin.

 

Um starvið

Sum vinnuráðgevi verður tú partur av Vinnudeildini – einum sterkum toymi við dugnaligum og royndum ráðgevum og tekniskum starvsfólkum at sparra við. Vit arbeiða tætt saman og leggja dent á dygd, samstarv og álítandi tænastu.

Tú fert, saman við øðrum ráðgeva, at hava ábyrgd av terminal- og gjaldsloysnum og at menna og røkja kundasambond. Starvið fevnir um sølu, ráðgeving og samskipan av loysnunum, so tær altíð eru lagaðar til tørvin hjá kundanum.

Ein týðandi partur av starvinum er at lurta eftir kundanum, skilja tørvin og umseta hann til haldgóðar loysnir, ið menna og røkja varandi kundasambond.

 

Arbeiðsuppgávur fevna m.a. um at:

·         Ráðgeva vinnukundum um terminal- og gjaldsloysnir, umframt aðrar viðkomandi tænastur

·         Samskipa uppsetan og veita support í samstarvi við tekniska toyminum

·         Skilja tørvin hjá kundanum og seta saman røttu loysnina

·         Byggja og røkja langvarandi kundasambond

·         Tryggja dygd og álítandi kundatænastu í øllum samskifti

 

Tín vangamynd

Vit ímynda okkum, at tú:

·         Ert fyrikomandi, forvitin og hevur lætt við at knýta samband við onnur

·         Hevur áhuga fyri sølu og tøkni

·         Arbeiðir sjálvstøðugt og miðvíst

·         Tekur ábyrgd og fylgir upp uppgávur

·         Hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir

 

Tað týdningarmesta er, at tú hevur áhuga fyri at skilja tørvin hjá kundanum og megnar at skapa loysnir, sum gera gerandisdagin lættari hjá okkara vinnukundum.

 

Vit bjóða tær

·         Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einari framkomnari fyritøku

·         Møguleika at arbeiða sjálvstøðugt og við beinleiðis kundasambandi

·         Eitt arbeiðsumhvørvi, har trivnaður, samstarv og menning eru í hásæti

·         Góða innleiðslu og tætt samstarv við toymi og leiðslu

 

Arbeiðsstaður og løn

Arbeiðsstaður er í Hoyvík. Setanarviðurskifti og løn verða ásett við støði í viðkomandi sáttmála og royndum. Harumframt verður ískoyti veitt fyri úrtíðararbeiði.

 

Umsókn og freist

Ljóðar hetta sum starv fyri teg, gleða vit okkum at fáa tína umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum í seinasta lagi sunnudagin 15. mars 2026.

 

Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Samband

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:

Petur Mittún, vinnukundastjóra, á 243333 ella pmi@ft.fo
Báru M. Gásadal, starvsfólkastjóra, á 243006 ella bmg@ft.fo

 

Lagt út tann
27. feb. 2026
Starv
Vinnuráðgevi
Starvsheiti
Vinnuráðgevi til Føroya Tele
Virki
Føroya Tele
Deild
Vinnudeildin
Umsóknarfreist
15. mar. 2026
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor