fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Handilslærlingur til Telebúðirnar í Klaksvik og Saltangará

Dámar tær at samskifta við fólk og arbeiða við nýggjastu tøknini? So er læruplássið sum handilslærlingur í Telebúðunum hjá okkum í Klaksvík og Saltangará kanska akkurát nakað fyri teg. Her fært tú eitt fjølbroytt og mennandi lærupláss í einum toymi, har vit brenna fyri at veita framúr tænastu til kundar okkara.


Um læruplássið

Sum handilslærlingur fært tú innlit í alt frá kundaráðgeving til sølu og uppsetan av snildum loysnum. Tú verður partur av einum toymi, sum hjálpir kundum at finna røttu loysnirnar og at brúka tænasturnar, sum passa til teirra tørv. Í lærutíðini verður skift millum vanliga arbeiðsdagin í Klaksvík og Saltangará, og skúlagongd á Glasi.

Vit ímynda okkum, at tú:

  • dámar væl at tosa við fólk og veita góða tænastu

  • ert blíð/ur, fyrikomandi og nærlagdur/nærløgd

  • hevur áhuga fyri nýggjari tøkni og at læra nýtt

  • vilt menna teg innan sølu og tænastuveiting

Lærutíðin

Lærutíðin veldst um útbúgvingina, ið tú hevur lokið. Ein fyrimunur er, um tú hevur lisið ella lesur búskaparbreyt, ella hevur HH-prógv. Longd á lærutíðini:

  • 2 ár við búskaparbreyt ella HH-prógvi

  • 2½ ár við øðrum miðnámi

  • 3 ár við FHS-prógvi

Vit bjóða tær:

  • eitt spennandi lærupláss við fjølbroyttum uppgávum

  • góðar starvsfelagar og eitt gott læruumhvørvi

  • møguleika at mennast fakliga og persónliga

Starvs- og lønarviðurskifti

Arbeitt verður skiftandi millum Telebúðina í Klaksvík og Saltangará. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið fyri Føroya Tele.

Umsókn og freist

Vit viðgera umsóknir og kalla inn til samrøður so hvørt. Læruplássið verður sett eftir nærri avtalu, og freistin at søkja er mánadagin 6. apríl 2026.

 

Lagt út tann
20. mar. 2026
Starv
Handilslærlingur til Saltangará og Klaksvík
Starvsheiti
Handilslærlingur til Telebúðirnar í Klaksvik og Saltangará
Virki
Føroya Tele
Deild
Telebúð 4
Umsóknarfreist
06. apr. 2026
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor