fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Fíggjarfrøðingur til fíggjardeildina hjá Føroya Tele

 Hevur tú royndir við roknskapi og fíggjarstýring og trívist tú við at hava ábyrgd fyri egnum ábyrgdarøki? So kann hetta vera starvið fyri teg.

Føroya Tele søkir eftir einum dugnaligum fíggjarfrøðingi til fíggjardeildina, sum skal vera við til at tryggja rættstundis og rættvísandi rapportering og samskifti við grannskoðara og ráðgevar. Tú fært eisini møguleika at menna teg innan ESG, altjóða skattaviðurskifti og transfer pricing.

Starvsinnihald

Tú fært eitt ábyrgdarøki við fakligari tyngd í einum óformligum og framfýsnum umhvørvi, har dentur verður lagdur á álit og samstarv. Arbeiðsøkið er fjølbroytt og fevnir millum annað um:

·         samtaks- og dótturfelagsroknskapir, bæði mánaðar- og ársroknskapir, herundir konsolidering

·         fíggjarætlan og uppfylging

·         samstarv við grannskoðara og aðrar uttanhýsis ráðgevar

·         myndugleika- og hagtalsfrágreiðingar umframt tilfar til ESG- og burðardygdarfrágreiðingar

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving, t.d. cand.merc.aud., HD(R) ella líknandi, og tað er ein stórur fyrimunur, um tú hevur royndir frá grannskoðan ella við roknskapararbeiði í størri fyritøku.

Royndir við ESG-rapportering, altjóða skattaviðurskiftum og transfer pricing eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Tað týdningarmesta er, at tú hevur sterkan roknskaparligan førleika, áhuga fyri at læra nýggj øki og evni at samskipa arbeiðið við uttanhýsis ráðgevar.

Vit leggja dent á, at tú:

·         arbeiðir sjálvstøðugt, skipað og nágreiniliga

·         hevur góðar førleikar í Excel og lætt við at læra fíggjar- og rapporteringsskipanir

·         dugir at handfara trúnaðarlig viðurskifti og halda freistir

·         dugir væl føroyskt og kanst samskifta á enskum og donskum

Starvs- og lønarviðurskifti

Vit kunnu bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv við tilvísing til fíggjarstjóran. Arbeiðsstaðurin er í Hoyvík, og starvið hevur fastar freistir, men gevur samstundis góðar møguleikar fyri fleksiblari tilrættislegging av arbeiðstíð og -stað. Tú verður partur av einum lítlum og fakliga sterkum toymi, har dentur verður lagdur á álit og samstarv, og góðir møguleikar eru fyri bæði fakligari og persónligari menning.

Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftir nærri avtalu.

Umsókn og freist

Ljóðar hetta sum eitt starv fyri teg?

Send okkum tína umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl í seinasta lagi sunnudagin 16. august 2026.  

Starvið verður sett skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við William Joensen, fíggjarstjóra, á 24 31 09 ella william@ft.fo. Tú kanst eisini seta teg í samband við Sonny Joensen, á asj@ft.fo ella tel. 24 30 09. 

 

Lagt út tann
17. jul. 2026
Starv
Fíggjarfrøðingur
Starvsheiti
Fíggjarfrøðingur til fíggjardeildina hjá Føroya Tele
Virki
Føroya Tele
Deild
Fíggjardeildin
Umsóknarfreist
16. aug. 2026
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor