fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Ert tú okkara nýggi verkætlanarleiðari?

Dugir tú at flyta hugskot frá ætlan til veruleika? Vit leita eftir einum framfýsnum verkætlanarleiðara við áhuga fyri tøkni, sum dugir at knýta kundatørv, produktmenning og verkætlanarleiðslu saman.

Produktdeildin á Føroya Tele arbeiðir við at menna og reka vørur og tænastur, sum eru ein partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyingum. Víðarimenning verður framd í tøttum samstarvi við aðrar deildir, sum skapa virði fyri bæði kundan og Føroya Tele.

Um starvið

Tú fert at umsita og menna eina røð av tænastum hjá Føroya Tele og fylgja teimum gjøgnum alt lívsskeiðið - frá tørvi og hugskoti til kravfesting, marknaðarføring, sølu og víðari menning. Tú fert at arbeiða tætt saman við sølu, marknaðarføring, tøkni, kundatænastu og uttanhýsis samstarvspørtum.

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um at:

·       kanna kundatørv og eyðmerkja handilsmøguleikar

·       greina verkætlanir og meta um inntøkumøguleikar, kostnað og lønsemi

·       vera við til at seta mál og kós fyri produktøkið

·       leiða verkætlanir og tryggja framdrátt frá byrjan til enda

·       samskipa arbeiðið ímillum ymisk fakøki og samstarvspartar

·       fylgja gongdini í nýtslu, inntøku, kostnaði og øðrum viðkomandi lyklatølum

Vangamynd

Vit ímynda okkum, at tú ert forvitin, framfýsin og dámar at fáa ting at henda. Tú arbeiðir sjálvstøðugt og skipað, men trívist samstundis væl í samstarvi við onnur.

Vit síggja fyri okkum, at tú:

·       dugir at samskipa verkætlanir og tryggja, at mál verða rokkin innan teir karmar, sum eru settir

·       hevur fíggjarligt skil og dugir at síggja samanhangin ímillum íløgur og lønsemi

·       hevur evni at greina og áhuga fyri tølum og dátum

·       dugir at seta teg inn í tøkniligar loysnir og møguleikar

·       dugir at raðfesta og varðveita yvirlitið, tá nógv er í gongd

·       hevur góð samskiftis- og samstarvsevni

Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi bachelor- ella kandidatútbúgving ella aðra viðkomandi bakgrund. Royndir innan produktmenning, verkætlanarleiðslu, KT ella handilsligt arbeiði er ein fyrimunur.

Vit bjóða tær

Vit bjóða tær eitt spennandi og fjølbroytt starv við ábyrgd, frælsi og góðum møguleika at seta títt merki á vørur, tænastur og verkætlanir hjá Føroya Tele.

Setanarviðurskifti og løn verða ásett við støði í viðkomandi sáttmála, útbúgving og starvsroyndum. Starvsstaður er í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Starvið verður sett eftir nærri avtalu.

Um hetta ljóðar sum eitt starv fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl í seinasta lagi 20. septembur 2026.

Ynskir tú at hoyra meira um starvið, kanst tú venda tær til Beinir Ellefsen, leiðara á Produktdeildini, á tel. 24 33 08 ella bel@ft.fo. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Sonny Joensen, HR-ráðgeva, á tel. 24 30 09 asj@ft.fo.

 

Lagt út tann
02. sep. 2026
Starv
Verkætlanarleiðari
Starvsheiti
Ert tú okkara nýggi verkætlanarleiðari?
Virki
Føroya Tele
Deild
Produktdeildin
Umsóknarfreist
20. sep. 2026
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor