Sjálvboðin umsókn
Sjálvboðin umsókn
Fólkið er hjartaslátturin hjá Føroya Tele Samtakinum, og tí vilja vit altíð frætta frá fólki, sum hava eitt brennandi ynski um at skapa sær eitt navn í fyritøkuni. Skulu vit ganga á odda í føroyska framburðinum, so krevur tað fyrst og fremst dugnalig, nærløgd og nøgd starvsfólk, ið duga at laga seg til ein heim í støðugari broyting. Lat hugin fremja verkið.
Send okkum eina sjálvbodna umsókn, tí so ert tú longu væl á veg. Sjálvbodnar umsóknir kunnu sendast talgilt umvegis hesa síðu .
Tá ið tú sendir okkum eina sjálvbodna umsókn, leggja vit stóran dent á, at umsóknin myndar teg sum tann persónin, tú ert. Minst tí til tann persónliga vinkulin umframt at upplýsa, hvørja útbúgving tú hevur, hvørjar royndir tú hevur, og hvat títt áhugaøki er. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
Við at senda okkum eina sjálvbodna umsókn játtar tú, at vit goyma tínar upplýsingar í 6 mánaðir.