fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula
PREVIEW

KT-support lærlingur

KT-support lærlingur til Vinnudeildina hjá Føroya Tele

Hevur tú áhuga fyri kunningartøkni, og dámar tær at hjálpa øðrum við góðum og greiðum loysnum? So kann læruplássið sum KT-support lærlingur hjá Føroya Tele vera rætta stigið fyri teg.

Sum KT-support lærlingur verður tú partur av Vinnudeildini, har tú fært eina spennandi og læruríka lærutíð við fjølbroyttum uppgávum. Tú fert at arbeiða saman við dugnaligum starvsfeløgum, sum vegleiða og læra frá sær, soleiðis at tú mennir tínar fakligu og persónligu førleikar.

 

Vit bjóða tær:

  • eina spennandi KT-útbúgving við góðari samanrenning millum arbeiði og skúlagongd

  • eitt mennandi læruumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum

  • góða innleiðslu og vegleiðing alla lærutíðina

  • góðar møguleikar fyri bæði fakligari og persónligari menning

  • eitt arbeiðspláss, har samstarv, trivnaður og menning eru í hásæti


Tín vangamynd

Vit síggja fyri okkum, at tú:

  • hevur áhuga fyri kunningartøkni og nýggjari tøkni

  • ert tænastusinnað/ur og  væl at samskifta við kundar og starvsfelagar

  • hevur hug at læra og menna teg fakliga

  • arbeiðir miðvíst og dámar at taka ábyrgd

  • hevur lokið miðnámsútbúgving ella hevur aðrar viðkomandi royndir


Um læruplássið

Læruplássið er á Vinnudeildini og tú fært eisini møguleika at royna teg á øðrum deildum hjá Føroya Tele. Harumframt verður skúlagongd á Miðnámi á Kambsdali, har tú tekur KT-supportaraútbúgvingina.

 

Í gerandisdegnum fert tú millum annað at:

  • hjálpa vinnukundum at finna góðar KT-loysnir, m.a. við telefoni, IP-telefoni og øðrum KT-spurningum

  • arbeiða við uppseting og tillaging av telefoniloysnum hjá kundum

  • fáa innlit í netverk, WiFi, Microsoft 365 og IP-telefoni

  • luttaka í rakstri og feilfinning av telefoni og KT-loysnum

  • samstarva um tryggar samskiftis- og KT-loysnir til vinnukundar

 

Starvs- og lønarviðurskifti

Arbeiðsstaðurin er á Vinnudeildini í Klingruni í Hoyvík.Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið, galdandi fyri Føroya Tele.

 

Umsókn og freist

Ljóðar hetta sum læruplássið fyri teg?Vit gleða okkum at fáa tína umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl í seinasta lagi 30. august 2026.Lærutíðin byrjar skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu.

 

Samband

Vilt tú vita meira um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:

Petur Mittún, vinnukundastjóra, á 243333 ella pmi@ft.fo

Sonny Joensen, HR-ráðgeva, á 243009 ella sfd@ft.fo

 

 

Lagt út tann
13. aug. 2026
Starv
KT-support lærlingur
Starvsheiti
KT-support lærlingur
Virki
Føroya Tele
Deild
Vinnukundaøkið
Umsóknarfreist
30. aug. 2026
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor