fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til Radiodeildina hjá NET

Starvsfólk til Radiodeildina hjá NET

Vilt tú menna loftbornar tænastur í Føroyum og tryggja øllum føroyingum dygdargott fjarskifti? So er tað kanska tær, vit leita eftir til fjølbroytt og spennandi tøkniligt starv á Radiodeildini.  

Um starvið 
Radiodeildin umsitur og rekur loftbornu skipanirnar hjá Føroya Tele-samtakinum og veitir tænastur til føroyskar og útlendskar veitarar av loftbornum skipanum.  

Uppgávurnar eru fjølbroyttar, og ongin dagur er eins. Alt frá kontórarbeiði til spennandi arbeiði í fjøllum ein góðveðursdag. Tú kemur at arbeiða við mest framkomnu tøknini og tólunum, sum finnast.   

Starvið fevnir í stóran mun um allar rakstrar- og menningaruppgávur hjá Radiodeildini. Tó kemur fartelefonkervið at mynda stóran part av arbeiðsdegnum. Tú verður partur av toymi, sum arbeiðir við spennandi og avbjóðandi uppgávum.

Arbeiðsstaðurin er í høvuðssætinum í Hoyvík, men arbeiðsøkið er um alt landið; til tíðir eisini í fjøllum og mastrum. 

 
Um teg 
Vit vænta, at tú hevur tøknifrøðiliga útbúgving; tað verið seg elektronikkteknikari, radioteknikari, elektroverkfrøðingur, elektrikari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving.  

Vit ímynda okkum, at tú hevur góðan teldukunnleika, leggur dent á nærlagni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í tøttum samstarvi við onnur.  

Setanarviðurskifti og freist 
Setanarviðurskifti og løn verða ásett við støði í viðkomandi sáttmála. Arbeiðsstaðurin er í høvuðssætinum í Hoyvík, og starvið verður sett eftir nærri avtalu.

Um hetta er starv fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum í seinasta lagi mánadagin 20. mai 2024.  

Vilt tú hoyra meira? 
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja ella skriva til Petur Meinhard Jacobsen, deildarleiðara, á 243641 og pmj@net.fo. Eisini ber til at ringja til Starvsfólkadeildina á 243009.  

Stutt um NET 
NET er dótturfelag í Føroya Tele-samtakinum. Uppgávan hjá NET er at røkja og menna eitt so sterkt, skjótt og nútíðarhóskandi kervi sum yvirhøvur til ber og at selja nettænastur til allar fjarskiftisveitarar undir javnbjóðis treytum. 

56 starvsfólk arbeiða á NET, sum hevur høvuðssæti í Klingruni í Hoyvík, men hevur virksemi í øllum landinum. Óansæð hvar vit eru stødd, raðfesta vit arbeiðsumhvørvið høgt og syrgja fyri, at øll eru bundin saman.

 

Lagt út tann
02. mai 2024
Starv
Teknikari
Starvsheiti
Starvsfólk til Radiodeildina hjá NET
Virki
Føroya Tele
Deild
Radiodeildin
Umsóknarfreist
20. mai 2024
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor