fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Avloysari til Kundatænastuna

Føroya Tele, góðan dag. Vit leita eftir fyrikomandi og nærløgdum avloysara til Kundatænastuna. Vit ímynda okkum, at tú ert lesandi og kanst arbeiða nakrar tímar um vikuna, í frítíðini, og tá ið øðrum berst frá.


Talan er um stuttligt og spennandi starv, sum hevur eittans til endamál: At seta kundan í miðdepilin, tá ið tað ræður um kundaráðgeving, sølu, skráseting, fyrisiting og at seta tøkni upp.


At starvast í Kundatænastuni hevur við sær nógv munnligt og skrivligt samskifti við kundar og starvsfelagar. Tískil er tað neyðugt, at tær dámar væl at samskifta við onnur, og at tú dugir at skriva og tosa føroyskt og enskt, samstundis sum tú skilir tey norðurlendsku málini.

Í Kundatænastuni er nógv gott at byggja á. Deildin er merkt av samstarvi, áliti og ábyrgd, og har arbeiða starvsfólk við hollum kunnleika og nógvum royndum. Tey eru altíð til reiðar at geva tær vitan og læru í grundleggjandi kundarøkt- og ráðgeving.


Fyrsta tíðin er sjálvandi merkt av nýggjari vitan og nógvari læru, og tí er tað til fyrimunar fyri báðar partar, at tú ert forvitin og forvirkin og vilt læra og fáa royndir í sølu, tøkni og KT-skipanum.

Kundatænastan heldur til í høvuðssætinum í Hoyvík. Vit bjóða løn, sum er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið galdandi fyri Føroya Tele. Starvið verður sett eftir nærri avtalu, og freistin at søkja er sunnudagin 23. juni 2024.


Hevur tú spurningur ella vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Anitu Drewsen, sum er deildarleiðari í kundatænastuni. Hon hevur tel. 243403 og t-post adr@ft.fo.

Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við HR-deildina á tel. 243009 ella t-post sfd@ft.fo. Vit gleða okkum at frætta frá tær.

 

Lagt út tann
07. jun. 2024
Starv
Avloysari til Kundatænastuna
Starvsheiti
Avloysari til Kundatænastuna
Virki
Føroya Tele
Deild
Kundatænastan
Umsóknarfreist
23. jun. 2024
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor