fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Søluráðgevi Tórshavn

Hevur tú áhuga fyri sølu, tøkni og góðari kundatænastu? Trívist tú við fólki og dámar tær at skapa góðar upplivingar fyri kundar?


Vit sóknast eftir einum tænastusinnaðum og ágrýtnum søluráðgeva at verða partur av dugnaliga toyminum, sum mannar telebúðirnar hjá Føroya Tele í SMS og Hoyvík.

 

Um starvið

Í telebúðini er eingin dagur líka. Tú verður ein týðandi partur av einum fjøltáttaðum arbeiði, har tú ráðgevur, selur og setur útgerð upp fyri kundar – umframt at røkja dagligar handilsuppgávur. Tú ert andlitið úteftir og hevur møguleika at seta títt egna fingramerki á kundaupplivingina.

 

Vit ímynda okkum, at tú brennir fyri sølu og kundatænastu, trívist við at arbeiða í toymi og torir at taka ábyrgd. Tú ert forvitin eftir at læra nýggja tøkni og hevur hug at mennast saman við okkum.

 

Arbeiðsuppgávur:

  • ráðgeva og selja tænastur og vørur
  • seta útgerð upp og vegleiða kundar
  • veita eina dygdargóða og skjóta tænastu
  • røkja dagligu uppgávurnar í handlinum
  • skapa eina góða kundauppliving

 

Tín vangamynd

Vit vænta, at tú:

  • dugir væl at samskifta og arbeiðir væl í toymi
  • ert íðin og kundasinnað/ur
  • torir at taka ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
  • hevur eyga fyri sølumøguleikum og setur tær mál
  • hevur áhuga fyri nýggjastu tøkni innan fartelefonir og snildar loysnir


Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving ella royndir innan sølu og kundatænastu – men tað er ikki krav.

 

Vit bjóða tær

  • eitt spennandi starv við fjølbroyttum avbjóðingum
  • samstarv við dugnalig og ágrýtin starvsfólk
  • møguleika at mennast fakliga og persónliga
  • gott arbeiðsumhvørvi við denti á trivnað og samstarv

 

Arbeiðsstaður og setanarviðurskifti

Arbeiðsstaður er í telebúðunum hjá Føroya Tele í SMS og Hoyvík. Arbeitt verður í skiftandi vaktum. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið.

 

Umsókn og freist

Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. august 2025

 

Samband

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Charlottu Mikkelsen, bólkaleiðara, á tel. 24 34 74 ella á telduposti: cmi@ft.fo.

Lagt út tann
06. aug. 2025
Starv
Søluráðgevi Tórshavn
Starvsheiti
Søluráðgevi Tórshavn
Virki
Føroya Tele
Deild
Telebúð 1
Umsóknarfreist
24. aug. 2025
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor